Hví Blair er rætti maðurin fyri Europa

Oddagrein:

Um Lissabon sáttmálin sum ætlað kemur í gildi komandi ár, so skal Europa velja ein forseta at standa á odda fyri ES og vera andlitið mótvegis útheiminum. Ein kandidatur, sum hevur verið nevndur, er fyrrverandi bretski forsætismálaráðharirin Tony Blair.

Hetta átti at verið góð tíðindi fyri ein og hvønn, sum ynskir sær eitt ES við einum karismatiskum oddamanni, sum kann føra eitt samt ES frameftir á heimspallinum. Tá Blair vann sín stórsigur í Bretlandi í 1997, eftir 18 ára konservativt stýri, kom nýtt lív í bretskan politikk. Har man hevði havt John Major sum fullkomuliga óinspirerandi og grátt eftirspæl til Thatcher, kom Blair inn á pallin og fekk Bretland inn í 21. øld við sjálvsáliti og framburði. Blair vann sum tann einasti Labour forsætismálaráðharrin nakrantíð, trý parlamentsval á rað. Blair effektin, sum Bretland fekk í 1997, er júst tað, sum ES hevur brúk fyri.

Tó sær ikki út til, at hann fær undirtøku í hansara royndum at gerast ES forseti. Sosialistiski bólkurin í ES, við tí í statsmanshøpi avmarkaða Poul Nyrup Rasmussen á odda, hevur meldað alment út, at hann vil fara eftir uttanríkismálum í ES og ikki ES forsetasessinum.

Fleiri europeiskar røddir hava verið ímóti einum og hvørjum bretskum kandidati til oddasessin, tí at Bretland hevur fasthildið pundið og ikki er við í Euro samstarvinum. Hetta hevur tó ikki verið tað fremsta argumentið móti Blair. Flestu ábreiðslurnar móti Blair hava verið í samband við hansara stuðul til Irak kríggið og til Bush.

Søgan fer at vísa, um Blair fór skeivur viðvíkjandi Irak, men tey, sum halda, at stuðulin hjá Blair til Irak kríggið, verður mintur í USA sum stuðul til Bush, taka feil. Blair verður hinumegin Atlantshavið sæddur sum ein allieraður hjá USA og ikki hjá Bush. Óansæð um forsetin í USA eitur Bush ella Obama, so fer amerikanska stjórnin at minnast tætta bandið hjá Blair til USA, og hetta kundi gagnað ES, um Blair gjørdist ES forseti.

Fremsta argumentið fyri at velja Blair til ES forseta er, at hann er atlanticistur. Tony Blair trýr sum atlanticistur uppá, at Europa og USA eiga at finna felags loysnir fyri heimspolitiskar avbjóðingar – tað verði seg búskaparligar ella hernaðarligar. Ein atlanticistur er tað, sum ES hevur tørv á. Ongantíð meir enn nú, tá USA hevur Obama á odda, og heimurin stendur frammanfyri risaavbjóðingum á búskaparliga økinum og øðrum økjum. Tìverri sær tað út til, at tað er júst tað faktum, at Blair er atlanticistur, sum kemur at forkoma honum møguleikan at gerast ES forseti.

Ístaðin fyri ein statsmann sum Blair, sær út til, at ES fer at velja onkran anonyman og í heimshøpi líkagyldigan belgiara ella luxembourgara, sum fer at fella í eitt við tapetið í Bruxelles, til ES forseta. Vit kenna slagið. Ein ókontroversiellan eurocentriskan persón, sum øll hava gloymt eftir eitt valskeið ella tvey. Spell fyri ES og spell fyri heimin.