Eivin H Jacobsen
At útbyggja vøllin í Vágum hevur javnan verið uppi og vent. Í 1988 var man politiskt samdur um at gera eina kanning um leinging. Niðurstøðan var tríggir alternativir møguleikar, frá verandi 1250 upp til 1400, 1600 og 1800 metrar, og við útgangsstøði í hesari kanning, og framtíðarútlitum hjá flogfeløgum er norska felagið Avi nord komið til tað niðurstøðu, og grundgevur fyri, at mest nytta fast burtur út 1600 metrum.
Tá fyrrverandi kappingarneytin hjá Magna Arge, Maersk, var einaráðandi á Føroya rutuni, var hugburðurin hin sami sum hjá Magna Arge, tit nýtast ikki at byggja út fyri okkara skyld, hóast øll minnast hvussu man hekk í selunum hvørja ferð lent var í Vágum.
Politikkurin var einfalt at hava nøkur flogfør sum kundu nýta ein stuttan vøll, við hesum vølli avmarkaði tú møguleikan fyri fríari kapping, prísir og tilboð lá í teirra hondum, hóast flogførini ikki kundu brúkast optimalt. Ì hesum døgum verður nógv tosa um fría kapping, og serliga innan flogferðslu er kappingin hørð, men við einum stuttum vølli kanst tú gloyma alt um møguleikar og kapping.
Hesa støðu, sum vit nú eru enda aftur í, tykist Magni Arge at trívast væl í, og hóast tú fart tað fatan, at maðurin er liberalur, og gongur inn fyri fríari kapping, fríum loftferðslupakka og cost - bennefit íløgum ( Kostnaður / Nytta), so eru tey mongu úttalilsini um útbýgging av flogvøllinum eitt paradoks. Tað er ikki so langt síðani, at Magni Arge úttalaði seg um, at tað var ikki neyðugt at útbyggja fyri teirra skuld, vøllurin nøktaði teirra tørv, men trupulleikin er, at eisini Atlansflog skal til at endurnýggja sín eftir hondini gamla flota, sum ikki verður framleiddur longur, og skal tí til at finna nýggj framtíðar flogfør.
Eisini hevur stjórin hjá AA úttalað seg um, at vit áttu at havt ein alternativan flogvøll. Ein alternativur flogvøllur skal væl saktans halda somu krøv, hava somu útgerð, tað vil siga íløgur plus dupultan rakstur á flogvallarøkinum, fyri at náa teimum 1,5-2% sum resta í 100% regulariteti. Ella fyri at gera eina turrusliga grein eitt sindur skemtiliga, ætlar man at renna ímillum við útgerðini undir arminum.
Ì bløðunum 19 mai er ein av grundgevingunum fyri ikki at leingja meir enn 200 metrar, cost-bennifit ( Kostnaður / Nytta ). Eftir stendur spurningurin: Skulu vit gráta ella flenna.
Ofta býr fals undir fríum skinni. Magni Arge gongur inn fyri avmarkaðum útbyggingum í Vágum. Hetta uttan iva, at so leingi útbyggingarnar eru avmarkaðar, so leingi kanst tú halda lív í tí alternativa hugskotinum um ein nýggjan vøll.
Um vøllurin skal verða 1400, 1600 ella 1800 metrar kunnu øll hava sína meining um, men okkara veðurviðurskifti hava, og koma altíð at ávirka dagligdagin á hesum klettum, tað verið seg bæði á sjógvi og landi, eisini fyri Atlansflog. Tað er alment kent, at eisini Atlantsflog, okkara tjóðarfelag, hevur havt brúk fyri, at tað er høgt til loft og vítt til veggja.
Hvat kann hugsast, at endamálið er við samrøðuni hjá Magna Arge? Sum flest øllum kunnugt verður á embætismanna stigi arbeitt við yvirtøku av flogvøllin í Vágum. Einaferð í heyst skal arbeiðið verða liðugt, og eftir hetta kann væntast eitt politiskt orðaskifti um yvirtøku og útbygging, vitandi at í politisku skipan okkara eru meira enn ein, sum vil stríðast fyri at einki hendur, ella um nakað skal henda, so skal tað absolut verða minimalt. Her freistast man at hugsa, um stjórin hjá Atlantsflig ætlar at hjálpa til við at koyra sand í maskinaríi. ? Orðatakið sigur, sig mær hvønn tú umgongst, og eg skal siga tær hvør tú ert?
Um eg fari skeivur í mínari niðurstøðu, so hald mær til góðar, men kom so út úr buskinum við nøkrum framtíðarvisiónum, og ikki fyribilsloysnum.
Tað almenna skal menna infrastrukturin, hetta eru krøvini til eitt framkomið samfelag verður sagt. Tað er løgið, at stjórin hjá AA skal halda nakað annað.
Vit eiga at lata serfrøðina óhefta taka støðu til, hvørjar útbyggingar eru neyðugar við framtíðar útlitum fyri eyga, og ikki orakulkendar niðurstøður frá undirritaða ella Magni Arge, tí hettar hava vit stutt sagt ikki skil fyri.










