Huxa ynskir ein einkultan

Hanus Samró, formaður í Huxa
------

Huxa skjýtur upp, at tekniski skúlin í Klaksvík og tekniski skúlin í Tórshavn verða lagdir saman í ein skúla.
Føroyska samfelagið er tíverri komið í ta óhepnu støðu, at 300 nýggir umsøkjarar ikki sleppa í miðnámsskúlan eftir summersteðgin. Pengar eru ikki játtaðir á fíggjarlógini. Loysnin á truplu støðuni er sambært samgonguni eykajáttan uppá tíggju milliónir krónur. Huxa er ímóti hesari loysnini. Við eykajáttanini førka vit trupulleikarnar til komandi fíggjarár, og í 2011 enda vit í somu “óhepnu”støðu. Tískil mælir Huxa til, at vit taka tarvin við hornunum og fokusera uppá veruliga trupulleikan.
Teir veruligu spurningarnir eru:
Hava vit ráð til dupulta skipan?
Hava vit ráð til tveir tekniskar skúlar?
Hava vit ráð til fleiri HF-skeið kring landið?
Sambært fíggjarlógini fyri 2009 hevur tekniski skúlin í Klaksvík fingið játtað 16,7 milliónir krónur meðan tekniski skúlin í Havn hevur fingið játtað 34,666 milliónir krónur. Gamaní er bróðurparturin av játtanini lønir: 14,80 milliónir kr. í Klaksvík og 27.2 milliónir krónur í Tórshavn. Men sameina vit skúlarnar gerst arbeiðskraftin meira effektiv og bíligari í miðal pr. næming. Tað áhugaverda við játtanini er, at útreiðslur fyri viðlíkahald, keyp av vørum og tænastum á tekniska skúlanum í Klaksvík er 3,704 milliónir krónur og 7,396 milliónir í Tórshavn. Ikki er tað stórt prosent av fíggjarlógini, men tað eru pengar, ið samfelagið oyðslar burtur við dupultari skipan.
Og so kemur HF-skeiðið.
Er tað neyðugt at hava eitt HF-skeið í Klaksvík, eitt í Kambsdali og eitt í Tórshavn, tá ið tað er vegasamband. Tað tekur umleið 10 minuttir at koyra frá Klaksvík til Kambsdalar, 35 minuttir frá Tórshavn til Kambsdalar.
Er tað neyðugt, at skattaborgararnir gjalda fyri hesar útreiðslur, tá ið tær ikki eru neyðugar?
Skulu vit varðveita óhepna hugburðin, har ið vit oyðsla pengar burtur, hvørja ferð ein stovnur manglar pengar? Um samgongan samtykkir eina eykajáttan uppá 10 milliónir krónur til miðnámskúlarnar í nærmastu framtíð, kunnu vit vera viss í, at hon eisini ger tað komandi fíggjarár. Hyggja vit søguliga at búskaparkreppum kring knøttin, søkja fleiri næmingar á ymiskar skúlar í svárum tíðum, tí einki arbeiði er at fáa. Tað er, um man vil tað ella ei, irrationelt fyri eitt so lítið samfelag at hava fleiri eins skúlar.
Tískil skjýtur Huxa upp, at tekniski skúlin í Klaksvík og tekniski skúlin í Tórshavn verða lagdir saman í ein skúla, og við “eyka”pengunum tryggja vit okkum, at teir 300 umsøkrjararnir ikki ganga fyri einki aftaná summarsteðgin ella rýma av landinum.
Tað hava vit ikki ráð til.

Avbjóðing
Men trupulleikin er størri enn so, tí Føroyar standa frammanfyri einari stórari avbjóðing. Hvussu skulu vit mennast sum tjóð?
Hyggja vit eftir flytimynstrinum kring heimin, flyta fólk til høvuðsstaðin, sama er galdandi í Føroyum. Spurningurin er so, skulu vit raðfesta bygdamentalitetin ella dyrka sentraliseringina. Huxa mælir til, at Føroyar skulu dyrka ymisku eginleikarnar, sum lokalsamfeløgini hava. Er tað neyðugt, at vinnuháskúlin er í høvuðsstaðnum? Hví skal sjómannaskúlin og vinnuháskúlin vera á hvør sínari oyggj, hvør sínum býi? Hví ikki koyra alt undir eina tekju?

Kraftsentur
Um vit skulu mennast sum tjóð, verða vit noydd at hava nøkur kraftsentur. Tað ber ikki til, at samfelagið spjaðir pengarnar til miðnámsskúlar kring landið, tí vit eru ov fá. Avleiðingarnar av samkensluspjaðingini eru teir, at einki er av heilum huga.
Skulu Føroyar mennast, mugu vit hava nøkur kraftsentur, har ið ungdómurin savnast. Kraftsentur har ið vitan og útbúgving eru snúningspunktið. Eitt kraftsentur, har ið ungdómurin hevur neyðugu korini og karmarnar at mennast.
Men hvar eru kraftsentrini?
Hví ikki ásanna og góðtaka, at flytimynstrini eru so. Hví berjast í móti rákinum? Um vit skulu mennast sum tjóð, verða vit noydd at raðfesta og sentralisera. Vit mugu prioritera og góðtaka ymisku eginleikarnar, ið lokalsamfeløgini hava at bjóða. Broytingin hendir tó ikki í bræði, hendir ikki komandi dagarnar. Hetta er ein broyting, sum vit skulu miða í móti. Um tað so er 2015 ella 2100 ráða politikarar fyri.
Men spurningurin er tann:
Hvussu ynskir skattaborgarin skipanina?
Ynskir hann eina dupulta skipan, ið kostar dupult so nógv at reka, ella ynskir hann eina einkulta skipan, ið er effektivari?
Huxa er ikki í iva.
Vit ynskja ein einkultan.