HUXA: Tá skuldin søkkir vælferðarskútuna

Gott at samgongan raðfestir ungdómin høgt: Fróðskaparsetrið, Vinnuháskúlin, Tekniski Skúli í Klaksvík, Miðnámskúlin á Kambsdali eru allir uppraðfestir. Fountain House verður sett á stovn, heim fyri sálarsjúk verður bygt, og játtanin til Beran er trífaldað.

 

Hetta og annað fegnast vit um.

 

Men so er tað almenna skuldin, sum vit mugu fáa tamharhald á, sum skjótast. Endin kann verða, at tað verða vit, ungdómurin sum koma at svíða fyri stóri almennu skuldini. Vit mugu fáa tamarhald á skuldarbindingini, sum fer at ræna ungdómin fyri teirra framtíð, teirra og teirra frælsi.

 

Ungdómurin arvar skuldina, tí politikarar ikki hava rygg og hegni til at spara.

 

Bruttoskuldin hjá Føroyum er 5,5 mia kr, uml. 40% av BTÚ – og vaksandi. Hvør nýføðingur verður føddur við einari landskassa skuld á 110.000 kr (svarandi til tað, barnið kostar trý ár í fólkaskúla).

 

Hallið komandi ár verður 250 mió kr. Sostatt læna vit 650.000 kr hvønn dag fyriat halda vælferðarkaruselluni malandi.

 

Hetta er ein gongd, sum eingin politikari eigur at kunna liva við – hvørki tingfólk í samgongu ella andstøðu.

 

Tíbetur fyri politikarar kunnu nýføðingar ikki atkvøða í dag.

 

115 mió kr verða rindaðar í rentum í ár. Tað svarar til, at 2.375 skattakrónur pr. persón um árið fara til at gjalda rentur, uttan at borgarin fær vælferð fyri peningin.

 

Útlit eru til, at rentuútreiðslurnar bert fara at vaksa – og vælferðin minkar. Rentur eru úrslit av, at politikarar hava oyðslað í góðum tíðum og stovnað skuld í ringum tíðum.

 

Tá politikkur er best.

Tað melur fyri einum, tá Bárður Nielsen talar fyri at minka hallið skjótari, enn samgongan nú hevur boðað frá.

 

Var tað ikki júst flokkurin hjá Bárði Nielsen, sambandið, sum setti tað ófrávíkiliga kravið at hækka útreiðslurnar og harvið hallið?

 

Nú vil Bárður Nielsen basa hallinum, sum sambandið sjálvt er atvoldin til.

 

Um tit veruliga vilja, at hallið skal burtur, vísið so ábyrgd. Ikki bert Bárður Nielsen, men alt sambandið. Fólkaflokkurin hevur havt, sum hægsta mál at fáa hallið burtur í 2016.

 

HUXA mælir staðiliga Jørgeni Niclasen til at halda fast um 2016 sum árið, tá hallið skal vera burtur.

 

Vísið ábyrgd! Vísið virðing fyri framtíðar ættarliðum, og fái hallið burtur sum skjótast.

 

Ikki verandi tingmenn, men komandi ættarlið fara at gjalda rokningina.

 

 

HUXA – Fólkafloksungdómur