Bjørk Olsen, forkvinna í HUXA, harmast, at felagsskapurin ikki fekk longri freist seta seg inn í málið viðvíkjandi mótmælisgonguni í dag - Vit hava ikki fingið nóg greið boð um mótmælistiltakið, og tí hava vit ikki havt tíð at taka støðu til málið, sigur Bjørk Olsen. Hon leggur afturat, at sjálvandi er mann meira varin, tá flokkurin situr í samgongu.
- Høvdu vit fingið meira tíð at umráða okkum, og at seta okkum inn í málið, so kundu vit avgjørt, um vit vildu stuðla ella ikki. Og um vit valdu ikki at stuðla, so kundu vit komið við einari ordiligari viðmerking, sigur Bjørk Olsen.
Hóast tað er skjótt at hugsa, at HUXA hevur fingið kravboð frá flokkinum til støðuna, so avnoktar Bjørk Olsen hesum blankt.
- Vit hava als ikki verið í samband við flokkin um hetta mál. Tað er meira tað, at vit eru í einari fíggjarligari støðu, sum ger, at tingini ikki eru so svørt og hvít, sum tey síggja út til at vera. Men sjálvandi stuðla vit útbúgving, og eg taki hattin av fyri teimum, sum fara út at gera tað tey trúgva uppá, sigur Bjørk Olsen.
Men hon vísir á, at tað ikki ber til at fáa hana at siga um hon er ósamd ella samd við mótmælisgonguni, og avvísir staðiliga, at hetta hevur nakað við baklandið í flokkinum at gera.