Huxa byrjar valstríð

Fólkafloksungdómur almannakunnger í tíðindaskrivi, at ungmannafelagið stillar trý valevni upp til komandi býráðsval Huxa, ið er navnið á felagnum hjá fólkafloks ungdóminum, byrjar í dag valstríðið til býráðsvalið í Havn, sum verður í heyst.

Valevnislistin hjá Havnar Framburðsfelag er ikki klárur enn, men felagið hevur valt at geva HUXA trý pláss á sínum lista. Tey trý valevnini eru: 18 ára gamla Birgith Lassen, 22 ára gamli Rói Poulsen og 21 ára gamli Beinir Midjord.

Rói Poulsen arbeiðir í privatu vinnuni, Beinir Midjord er banka lærlingur og Birgith Lassen miðnámsskúlanæmingur.

? Orsøkin, at júst hesi gjørdust valevni, er, at valevnini fevna breitt um ungdómin í kommuni, sigur Huxa í tíðindaskrivi.