Húsvognainnrás og konsert í Vestmanna

Konsertin er fyriskipað í samband við, at íslendskir húsvognaeigarar og tónleikaáhugaði vitja í Vestmanna.

Sunnudagin 29. juni  klokkan 18 verður almenn konsert í Vestmanna kirkju við Vestmanna kirkjukóri. Eisini verur upplestur og felagssangur.

 

Konsertin er fyriskipað í samband við, at umleið 50 íslendskir húsvognaeigarar og tónleikaáhugaði koma til Vestmanna at vitja.

 

Tað er Kristín Hlíf Andrésdóttir sum stendur á odda fyri íslendska ferðalagnum, og hon er samstundis umsjónarfólk í skúlanum í Kópavogi, har Vestmanna kirkjukór plagar at gista í samband við sínar konsertferðir í Íslandi.

 

Konsertin í Vestmanna kirkju verður samstundis ein royndarkonsert við summarskránni hjá Vestmanna kirkjukóri, sum í juli fer enn eina konsertferð til Íslands.

 

Á skránni eru føroyskir og norðurlendskir sangir, sum kórið undir leiðslu av Erlu Olsen fer at syngja, og Heðin Kambsdal fer at hava klaverfylgispælið.

 

Eisini verður upplestur og felagssangur á skránni.

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin í Vestmanna kirkju sunnudagin 29. juni, siga  Vestmanna kirkjukór og prestarnir í Norðustreymoy í skrivi í dag.