Løgreglan í Alaska kannar, hvat kann vera vorðið av teimum fýra og hundinum. Eingin hevur borið eygað við tey síðani tann 27. mai. Bilur teirra stendur uttan fyri húsini, fartelefonirnar hjá manninum og konuni eru sløktar, og allir persónligir ognarlutir eru har, sum teir eiga at vera.
Løgreglan sigur, at talan er um ta 22 ára gomlu Rebeccu Adams, sambúgva hennara, tann 37 ára gamla Brandon Jividen, og tvær døtur hennara, sum eru fimm og trý ára gamlar. Harumframt er hundurin, sum er av slagnum English Springer, heldur ikki at finna.
Pápi genturnar doyði í einari ferðsluvanlukku fyri tveimum árum síðani.