Húsini hjá Jóan Petur uppi í Trøð eru frá 1873. Hann bygdi uppí húsini hjá pápa sínum Grækaris.
– Tá eg var yngri setti eg mær fyri; at eg skuldi royna at byggja hetta uppaftur, sum eitt minni um Jóan Petur, sigur Grækaris A Joensen.
Tá Grækaris A: Joensen byrjaði arbeiðið; vóru húsini hjá pápa Jóan Peturi dottin niður, har vóru bara grundarsteinarnir eftir. Hesi húsini eru tí bygd upp av nýggjum. Húsini hjá Jóan Petur uppi í Trøð stóðu framvegis uppi, men blivu brúkt sum hoyggjhús; tá Grækaris A. Joensen fór í holt við at umvæla. Hann hevur lagt seg eftir at varðveita so nógv av tí gamla sum gjørligt, gólvið og fleiri sperrur eru varðveittar.
Grækaris A. Joensen fegnast, nú arbeiðið at umvæla húsini er liðugt.
– Tað hevur verið stuttligt, eg havi verið treiskur øll árini og sett mær fyri at, eg skuldi gera hetta til veruleika.
Tað er stórur áhugi at taka við arbeiðinum á savninum. Á fundi bleiv ein 5 mannanevnd vald. Hetta eru yngri fólk, og í vár er ætlanin, at savnið skal skipast sum bygdasavn undir Tjóðsavninum.
– Eg skal vera øðiliga glaður, tá tey ungu yvirtaka. Eg kann vera til hjálpar, um tey spyrja um okkurt. Nú eri eg komin so langt til árs, so tað verður gott at onkur annar tekur við. Tað hevur verið stuttligt at síggja broytingina, og eg eri nøgdur við úrslitið.
Fyrsta tiltakið á savninum verður ein kvøldseta. Ætlanin er at fáa fólk at greiða frá um Jóan Petur uppi í Trøð.
Les longri samrøðu við Grækaris A. Joensen í Sosialinum
##med2##
##med3##