Tað er at kalla ein nýggjur býlingur, sum nú stingur seg upp við Kykslið í Vági.
Har fyrr ein fløta lá við Kykslið í Vági, eru nøkur hús við at stinga seg upp.
Talan er um 11 bústaðareindir. Eini sethús og tvær eindir við 6 og 4 íbúðum.
Bústaðir, saman við Suðursmíð og Vágs Timburhandli, standa fyri byggingini av teimum 10 íbúðunum.
Arbeiðið er komið væl áleiðis. Síðurnar á privatu sethúsunum eru komnar upp, og í íbúðunum er stoypiarbeiðið nærum liðugt.
Myndin vísir økið, tikið omanyvir økið, við sandinum í baksýnið. (Mynd: D. Olsen)










