Húsavørður fór undir egna fyritøku

- Vit gera ikki tað, vit ikki duga, men vit duga tað allar mesta, sigur Agnar Joensen í Vestmanna.

Tað var á heysti í 2013, at Agnar Joensen í Vestmanna fór undir egna fyritøku, AJ-Service, sum virkar á rættiliga breiðum grundarlagi. Hetta er ein húsavarða-og handverkarafyritøka, ið tekur sær av uppgávum av at kalla øllum handa slag.

 

Hugskotið aftan fyri fyritøkuna fekk Agnar eftir í fleiri ár at hava starvast sum húsavørður á Hotel Føroyum, har uppgávurnar kundu vera rættiliga ymiskar.

 

- Hesi árini fekst eg við næstan alt, sum kann fyrikoma í einum húsum, bygningi ella á hotelli, og soleiðis kendi eg meg at hava góðar førleikar at fara í holt við eina fyritøku og tænastu, sum fevndi rættiliga breitt.

 

Hann vísir á, at tað eru nógv, sum sita við sethúsum ella ráða yvir bygningum, ið ikki hætta sær í holt við summi ting, ið kunnu fyrikoma - ella, tey bara ikki hava stundir at fara í holt við ymiskt, ið liggur á láni.

 

AJ-Service bjóðar sær at gera tað mesta - alt frá at montera eina vaskimaskinu til at snøgga um urtagarðin ella eitt hvørt heilt annað.

 

Síðan byrjan hevur fyritøkan hjá Agnari Joensen eitt nú tikið sær av maskinarbeiði, rørarbeiði, timburarbeiði, málarauppgávum, betongarbeiði, flísaarbeiði, glasfipurarbeiði, urtagarðsarbeiði og vaskiarbeiði uttandurða.

 

- Nú summarið stundar til, bjóða vit okkum eisini at syrgja fyri urtagarðinum, sláa grasplenina, byggja altanuna ella terassuna, og vit eru fúsir at mála uttandura.

 

Agnar Joensen sigur, at fasti staburin av fólki er tríggir og fýra mans, men tá ræður um uttanduraarbeiði ella málaraarbeiði, tekur hann gjarna fleiri fólk at arbeiða hjá sær.

 

- Vit gera ikki tað, vit ikki duga, men vit duga tað allar mesta, sigur blídligi vestmenningurin brosandi.