Húsavarðartænastan hevði lægsta tilboðið

Arbeiðið at endurnýggja fasaduna hjá Posta á Óðinshædd byrjar í august og skal verða liðugt í mars komandi ár

Bygningurin hjá Posta á Óðinshædd skal dagførast, og partur av hesum arbeiðinum er at endurnýggja fasaduna hjá bygninginum. Arbeiðið varð bjóðað út í innbodnari lisitatión, og í dag kunnger Posta, at Húsavarðartænastan hevði lægsta tilboðið og tí skal gera uppgávuna.

 

Samlaða arbeiðstøkan væntast at kosta 9,6 milliónir krónur. Høvuðssætið hjá Posta er við sínum 7500 fermetrum til víddar millum størstu bygningar í landinum. Birgir Andreassen bygdi bygningin til Idé-møblar í 1989, men longu í 1990 leigaði Posta seg inn í bygningin og í 1995 keypti Posta bygningin.