Húsaófriður – systkin vóru ósamd

Løgreglan mátti upp í ósemju millum systkin

 

Í døgnrapportini hjá løgregluni er skrivað eitt mál um húsaófrið. Hetta var í norðurøkinum, og talan var um vaksin systkin, sum vóru ósamd. Tey vóru so ósamd, at onkur teirra boðsendi løgregluni.

Málið varð loyst á tann hátt, at eitt av hesum systkinum var fingið úr húsinum og til eitt triðja systkin – í einum øðrum húsi.

Av øðrum úr døgnrapportini er at nevna, at ein bilførari í Havn er skuldsettur fyri at tosa í fartelefon, meðan hann koyrdi bil. Tað gevur bót og klipp í koyrikortið. Ein var skrivaður fyri at koyra ov skjótt, hann varð máldur til at koyra 69 km um tíman í bygdum øki, sum gevur bót, men akkurát ikki klipp í koyrikortið.

Í Klaksvík varð løgreglan boðsend, tí ein persónur, sum var rættiliga fullur, gekk úti og mól og órógvaði fólk á nátt. Løgreglan fekk mannin at binda frið.