Húsaófriður í Havn

Løgreglan boðar frá, at náttin hevur verið stak friðarlig hjá teimum.

 

Tó so, eina ferð vóru teir tilkallaðir, tá ein fráboðan kom um húsaófrið í høvuðsstaðnum.

 

Tað vóru fólk í húsinum, ið ringdu til løgregluna. Tá løgreglan kom á staðið royndi hon sum best at mekla í ósemjuni. Tað vísti seg, at onkur teirra, sum vóru á staðnum, ikki hoyrdu til bústaðin, og tí vísti løgreglan teimum burtur. Hesum eftirlíkaði viðkomandi, og tí ger løgreglan ikki meiri við málið.