Løgreglan var í gjár boðsend til eini hús í Eysturoynni, tí ein genta vildi ikki fara út úr einum húsum.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at løgreglan í Klaksvík í gjár fór til eini hús í Eysturoynni, tí ein genta var komin inn í eini hús har, og vildi ikki fara út aftur.
Maðurin, sum átti húsini, vildi hava hana út, men vildi ikki sjálvur blaka hana á dyr.
Tískil ringdi hann til løgregluna, sum fór á staðið.
Vakthavandi sigur, at løgreglumenninir fingu gentuna úr húsunum, og koyrdi hana heim til sín sjálvs.