Húsakoðan sett á stovn

Nú kunnu seljarar heita á ein góðkendan byggikønan í sambandi við sølu av fastogn, sum verður nýtt til privatan bústað.

Nú kunnu seljarar heita á ein góðkendan byggikønan í sambandi við sølu av fastogn, sum verður nýtt til privatan bústað. Húsaskoðanin er eitt krav, um seljarin ynskir at tekna eina ognarskiftistrygging.

 

Tað er Landsverk, sum umsitir húsaskoðanarskipanina og tekur sær av yvirskipaðu uppgávunum viðvíkjandi hesi skipan. Stovnurin hevur nú tilnevnt tríggjar byggikønar, og verða tað hesir byggikønu, ið seljari skal venda sær til, um hann vil hava gjørda eina húsaskoðan av fastognini. 

 

Landsverk sigur, at nýggja skipanin er sett í verk við atliti til at skapa brúkaravernd fyri bæði seljara og keypara í sambandi við keyp og sølu av fastogn til privatan bústað.

 

- Við hesi skipan kemur seljari ikki at hefta fyri møgulig fjald ábrek, ið eru fevnd av ognarskiftistryggingini. Somuleiðis kann keypari fara beinleiðis til viðkomandi tryggingarfelag, um fjald ábrek vísa seg seinni, og hesi eru fevnd av ognarskiftistryggingini. 

 

Lagt verður aftrat, at skipanin virkar soleiðis, at áðrenn sølan fer fram, skal seljari biðja ein góðkendan byggikønan um at gera eina húsaskoðan av fastognini. Úrslitið av hesi húsaskoðan verður skrivað í eina støðufrágreiðing.

 

- Við hesi frágreiðing kann seljari so tekna eina ognarskiftistrygging. Seljari skal rinda minst helvtina av kostnaðinum av hesi trygging. Hina helvtina kann seljari biðja keypara gjalda.

 

Teir tríggir byggikønu húsaskoðararnir, sum Landsverk hevur útnevnd, eru: Christian Østergaard, Sívarsvegur 10, 100 Tórshavn, Elias Hansen, Gróvargøta 20, 513 Syðrugøta og Valbjørn Dalsgarð, Rygsgøta 20, 160 Argir.

 

Á viðheftu mynd undiriskrivar Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, tilnevningina av teimum trimum byggikønu, f.v. Elias Hansen, Valbjørn Dalsgarð, Ewald Kjølbro og Christian Østergaard.