Húsagongd í Sandavági

Leygarkvøldið 2. mai verður skipað fyri stovukonsertum í Sandavági

 

 

 

Hetta er fyrsta ferðin, at stovukonsertir verða fyriskipaðar í Sandavági, og íblásturin hava fyriskipararnir fingið úr Gøtu, har tey hava skipað fyri “Hoyma” konsertunum.

 

Hetta kvøldið vera konsertir í sjey húsum á Skraddaragøtu, Lonarstræti og á Merkrunum.

 

Vága Tónleikarafelag er eisini ein partur av tiltakinum og tey koma at hava opið hús niðri á Loftagrund hetta kvøldið.

 

Tey sum koma at framføra til stovukonsertirnar eru: Vágaverk, Ave, Kirstin og Esmar, Holgar, Greta Svabo Bech, Jensina og Black Sheep v/Janus á Húsagarði. Felags fyri tey er, at tey hava øll tilknýti til Vágar.