Húsagarður grillaði heilan tosk av Føroyabanka

Í gjárkvøldið imponeraði matstovan Húsagarður á Hotel Brandan eitt stórt útlendskt ferðalið við stórum galladøgurða.

 

- Føroyabankatoskur er ein tann besti ambasadørurin fyri alt, sum kallast útflutningur og ferðafólkavinna í Føroyum.

Tað er Johan Mortensen, íbirtari, sannførdur um. 

Hann fegnast um, at tilfeingið av Føroyabanka fær størri og størri týdning, eitt nú í fiskaframleiðslu, sum fantastiskur saltfiskur.

- Men, ikki minst í gastronomi’ini á matstovunum hava vit í størri og størri mun sæð, at bankatoskurin er nógv eftirspurdur og høgt virðismettur.

Í gjárkvøldið imponeraði matstovan Húsagarður á Hotel Brandan eitt stórt útlendskt ferðalið við stórum galladøgurða.

Her vórðu eitt nú stórir bankatoskar grillaðir heilir, og afturmeldingarnar frá gestunum vóru framúr.

Tað var óføri kokkurin, Janus Einar Sørensen, sum stóð á odda fyri matinum, og tiltakið eydnaðist serstakliga væl.

- Tað er gleðiligt at hoyra, at tilfeingið av Føroyabanka soleiðis kemur til sín rætt, bæði í framleiðsluvinnuni sum saltfiskur og á matstovum, sum í hesum føri.

 

##med2##

Johan Mortensen vísir á, at stórur eftirspurningur eisini er eftir Føroyabankakvøldunum í Áarstovu, sum í heyst verða trý í tali.

- Føroyabankakvøldini verða fríggjakvøldið, leygarkvøldið og sunnukvøldið, ávikavist 15., 16. og 17 september, sigur hann. 

Í gjár fór havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, á heysttúrin á Føroyabanka, og tá skipið kemur aftur, verður eisini fiskur keyptur til kvøldini í Áarstovu.

- Tað er gleðiligt at hoyra, at øll trý kvøldini eru um at verða fultsett, sigur Johan Mortensen, sum mælir fólki, sum kundu hugsað at verið við, til at venda sær til Áarstovu.

 

Janus Einar Sørensen, kokkur á Húsagarði á Hotel Brandan.