Inni á tjaldingarøkinum á Akursmørk er eitt stórt indianara tjald, og inni har húsast Húsa-fólkini, ið bjóða alt frá góðum mati, til gott kaffi og øl.
Húsa-fólkini vóru eisini á tjaldigarøkinum í fjør, men í ár hava tey havt nógv meira at bjóða, og tjaldi hjá teimum hevur verið so nógv vitja, at Húsa-fólkini hava havt úr at gera.
Helgi Jóhannuson Bláskor er av Húsum, og hann er ein av teimum, ið stendur aftanfyri Húsa-tjaldið í ár.
- Vit gera mat og gott kaffi her í Húsa-tjaldinum, og tað er serliga fyri tjaldarar, og fólk sum vitja tjaldingarøkið, at vit eru her, sigur Helgi.
Av tí at man skal gjalda fyri at koma á tjaldingarøkið, hava Húsa-fólkini valt at selja alt fyri ein rímiligan prís, so at tað skal verða bíligari fyri tjaldarar at keypa mat á tjaldingarøkinum, enn inni á festivalinum sjálvum.
- Tjaldararnar hava verið øgiliga røsk at vitja okkum, og at her eru fólk alla tíðina, sigur Helgi.
Umframt døgurðar, so bjóða Húsa-fólkini eisini tí kendu rabarbusaftina, ið verður framleidd á Húsum. Eisini bjóða tey góðan morgunmat, við bæði egg, bacon, pylsum og bønum.
- Tað vóru øgiliga nógv fólk ið bílegði morgunmat, og tey vóru orduliga glað fyri at tey sjálvi avgjørdu um tey ótu í tjaldinum hjá okkum, ella um tey tóku matin við sær, sigur Helgi.









