Hús í Hoyvík til Theodor prest

Málið um prestagarð í nýggja prestagjaldinum í Hoyvík verður nú reist á tingi

Málið um prestagarð í nýggja prestagjaldinum í Hoyvík verður nú reist á tingi.

 

Tað er Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, sum hevur sett fyrispurning til Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum. Løgtingið skal á næsta tingfundi taka støðu til, um landsstýrismaðurin skal svara.

 

BjarniDjurholm spyr, um ætlanin er at byggja prestagarð í Suðursteymoyar norðrara prestagjaldi og hvønn politikk hevur Mentamálaráðið í spurninginum um prestagarðar.

 

Bjarni Djurholm vísir á, at í fjør gjørdist triðja prestagjaldið í fólkaríkasta økinum í landinum – Suðurstreymoy, veruleiki, tá Suðurstreymoyar norðrara prestagjald varð skipað. Prestagjaldið umfatar Hoyvík, Sund, Kaldbaksbotn, Kaldbak og Hvítanes.

 

Frammanundan var Suðurstreymoy býtt í tvinnanda prestagjøld: Suðurstreymoyar vestara prestagjald við høvuðssæti í Vesturkirkjuni, og Suðurstreymoyar eystara prestagjald við høvuðssæti í Havnar kirkju.

 

Norðrara prestagjald fevnir um kirkjurnar í Hoyvík og Kaldbak, meðan Havnar kirkja og Nólsoyar kirkja framvegis eru í eystara prestagjaldi.

 

Prestagjaldið er tað økið, har presturin útinnir tænastu sína, og tí verða prestarnir settir sum sóknarprestar í einum ávísum prestagjaldi. Í hvørjum prestagjaldi eru fleiri kirkjusóknir, og presturin ella prestarnir hava skyldu at gera tænastu í øllum kirkjusóknunum í prestagjaldinum.

 

– Felags fyri øll prestagjøldini er, at prestagarður er í prestagjaldinum. Hetta tykist eisini rímiligt, tá prestaembætið er serstakt og hevur serliga týdning, har presturin í síni tænastu skal vera tøkur allan sólarringin, sigur Bjarni Djurholm.

 

– Presturin eigur ikki at vera bundin av spurningum um bústað o. ø. verðsligum, meðan hann í sínum starvi virkar sum sálarhirði, trúðboðari, hjálpari, er kirkjubókaførandi, hevur alla umsitingarábyrgdina av gjaldinum o.a.m. í sínum prestakalli, heldur løgtingsmaðurin.

 

Hann vísir á, at eingin prestabústaður er í nýggja prestagjaldinum, sum er millum tey størstu í landinum, har út við 5000 fólk búgva.

 

– Ógreitt er um nøkur ætlan er í næstu framtíð at byggja prestagarð í gjaldinum, hóast presturin hevur somu uppgávur, sum hansara starvsfelagar hava í hinum 14 prestagjøldunum. Tí er tað ein spurningur, um tað tilvitað verður gjørdur skilnaður millum nýggja prestagjaldið og so øll hini gjøldini ella um talan er um nýggjan politikk á økinum, sigur Bjarni Djurholm.

 

Prestagjøldini í føroysku Fólkakirkjuni eru 15 í tali:

Norðoya eystara prestagjald.

Norðoya vestara prestagjald.

Nes prestagjald.

Glyvra prestagjald.

Fuglafjarðar prestagjald.

Eiðis prestagjald.

Sjóvar prestagjald.

Norðurstreymoyar prestagjald.

Suðurstreymoyar eystara prestagjald.

Suðurstreymoyar vestara prestagjald.

Suðurstreymoyar norðrara prestagjald.

Vága prestagjald.

Sandoyar prestagjald.

Suðuroyar norðara prestagjald.

Suðuroyar sunnara prestagjald.