Hurra fyri talgilda samfelagnum

Nú eru Føroyar talgildar og tann føroyski almenningurin kundi í gjár síggja, hvat framtíðin hevur at bjóða uppá. Samleikin er okkara framtíðar identifikatión í øllum samskifti við stovnar á netinum. Vit eru eitt undangonguland á hesum øki, eitt risafet á talgildu leiðini og tí eisini fyri føroyska vælferðarsamfelagið.

Hetta eru flott orð um eina nýggja og spennandi leið fyri okkum her á Føroya landi.

Men samstundis sum hetta kemur í gongd, so eru fleiri stovnar í Føroyum, sum í tí dagliga arbeiðinum nýta avoldaða skipan til at journalisera viðkvæmar upplýsingar. Stovnar sum Gigni og Heimatænastan brúka enn pappír og penn til journalskipan. Í fleiri ár hava vit fingið at vita, at talgilda skipanin cosmic, ið m.a. verður nýtt av sjúkrahúsum og kommunulæknum eisini skuldi koma til bæði Gigni og Heimatænastuna – men vit bíða enn!

Løgtingslóg um vernd av persónupplýsingum (dátuverndarlógin) kemur í gildi 1. januar 2021 og skulu stovnar sum Gigni og Heimatænastan lúka krøvini um vernd av persónsupplýsingum, so er tað altso uppá tíðina at pappírið og pennurin verður útskift við eina talgilda skipan.

Sára Gullfoss,

valevni Javnaðarfloksins til kommunuval 10. november 2020