Havi lisið uppskot frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Ikki eiti á hvat hesum maðurin kann. At geva flest fólkum í Føroyum ta vón, at skyldar tú tí almenna pengar, so spælir hann jólamaður. Skriva eina umsókn til jólamannin, og eg fyrigevi tær.
Hevur jólamaðurin hugsa um, at nógvir av hesum persónunum liva í besta velgående, men við konu og børnum, id eiga alt sum ein myndugleiki kann trevja seg fram til.
Hevur jólamaðurin hugsa um, at hann her gevur teimum ið skylda almennan pening, ein blanco check at nýta almennan pening, fyri síðani at skriva eina umsókn til jólamannin um at tíverri tað gekk ikki. Bankin hevur fingið sítt, men jólamaðurin fær einki.
Mær vitandi eru tað hópatal av teimum, sum hava almenna skuld før fyri at gjalda landskassanum millumverandi aftur. Men um onki verður gjørt fyri at fáa peningin, jamen so lat standa til, tí einaferð kemur jólamaðurin.
Havi verið í starvi í 18 ár sum innkrevjari av almennari skuld. Havi verið úti fyri bæði einum og øðrum, men tað sum jólamaðurin nú borðreiður við, er tað fúlasta eg havi upplivað.