Hurlivasi
Í Sjálvstýrisflokkinum tykjast tey hvørki at vita út ella inn. Ein letur væl at, meðan annar heldur, at tað gongur illa. Tann triði vil einki siga, og tann fjórði veit ikki av, at hann er formaður í landsnevndini. Hurlivasin tykist fullkomin.
Sjálvsdtýrisflokkurin hevði fund hóskvøldið, har tosast skuldi um støðuna í flokkinum sum heild og um fólkatingsvalið serliga. Men niðurstøða var eingin onnur gjørd, enn at fundur skal vera aftur í næstu viku, sigur Sámal Petur í Grund, politiskur formaður i Sjálvstýrisflokkinum.
Edvard Hermansen, landsnevndarformaður í flokkinum, sigur hinvegin, at hann hevur lagt frá sær sum landsnevndarformaður og tikið seg úr landsnevndini. Í hansara stað er Ronald Poulsen valdur, sigur hann.
Men tí veit Ronald Poulsen als ikki av, sigur hann við Sosialin. Hann varð skotin upp, váttar hann, men vildi ikki taka við, fyrr enn hann hevði umhugsað støðuna og tosað við baklandið. Tað er valfelag sítt í Suðurstreymoy.
Tað hevur ikki borið til at fingið viðmerkingar frá løgtingsumboðunum, Helenu Dam á Neystabø ella Kára Højgaard. Kári Højgaard hevur ikki verið at hitta, meðan Helena Dam á Neystabø púra ber seg undan at koma við viðmerkingum til støðuna.
Ov bíligt
Edvard Hermansen í Hósvík, sum hevur verið landsnevndarformaður í Sjálvstýrisflokkinum, sigur, at tað er ov bíligt av formanninum, Sámali Peturi í Grund, at skjóta skuldina á tað vanlukkuliga valúrslitið á síni persónligu viðurskifti.
?Tað vísir bara, at hann er als ikki búgvin politikari, sigur Edvard Hermansen.
Hann er onga løtu í iva um, at tað er stríðið innanflokks, sum er orsøkin, og at formaðurin hevur ikki megnað at rikið ein líkinda politikk, sum fólk skilja.
Tá hann ikki klárar tað, eigur hann at taka seg aftur. Í grundini átti hann ongantíð at hildið seg framat, heldur fráfarni landsnevndarformaðurin.
Edvard Hermansen ásannar, at hann sjálvur hevur ikki fingið síni sjónarmið nóg væl ígjøgnum í flokkinum, og tí tekur hann nú avleiðingarnar av. Hann hevur lagt frá sær sum landsnevndarformaður, sigur hann, og tikið seg úr landsnevndini.
Tiltkaslimurin í Norðurstreymoy skuldi so tikið við, men ger tað ikki. Viðkomandi noktar beinleiðis at taka við sessinum, sigur Edvard Hermansen. So aftur har er ein óvanlig støða, sum flokkurin má fáa greidda.
Sámal Petur í Grund svarar, at tað kann so ikki kastast honum fyri, at politikkur Sjálvstýrisfloksin ikki er komin út millum fólk. Hann hevur sitið so stutt sum formaður, at er tað nakar formaður, sum ikki hevur fingið boðskap floksins út, má tað vera tann fyrrverandi.
Veit einki
Edvard Hermansen sigur, at Ronald Poulsen í Havn hevur tikið við sum landsnevndarformaður. Men Ronald Poulsen sigur, at tí veit hann als ikki av.
Sambært fyrrverandi landsnevndarformanninum var tað valið avgreitt á fundinum, sum hildin varð hóskvøldið. Men tað avsanna bæði Ronald Poulsen og Sámal Petur í Grund. Teir siga, at fundurin varð niðurlagdur, og skal takast upp aftur í næstu viku. Sambært Ronaldi Poulsen skal tað vera týskvøldið.
Sámal Petur í Grund, formaður, sigur at tað hann veit, hevur landsnevndin ikki skipað seg eftir eykaaðalfundin í Klaksvík. Edvard Hermansen hevur virkað sum formaður, tí hann var formaður áðrenn aðalfundin. Tá hann nú leggur frá sær, má so næstformaðurin automatiskt taka við, heldur Sámal Petur í Grund. Og so vítt Sámal Petur í Grund veit, eitur næstformaðurin Jan Joensen og er úr Klaksvík.
Ronald Poulsen sigur, at tað er rætt, at hann var í uppskoti á fundinum hóskvøldið at gerast nýggjur landsnevndarformaður. Men hann tók ikki av beinanveg, men vildi tosa við baklandið fyrst, og so boða frá støðu síni á fundinum, sum verða skal týskvøldið.
Persónsstríð
Sámal Petur í Grund er ikki í iva um, at tað er persónsstríð, sum er orsøkin til støðuna í Sjálvsstýrisflokkinum í dag.
?Tað verður ikki tolt, at ávísir persónar ikki ráða einsamallir, sigur hann.
Sjálvur noktar hann fyri at hava trokað seg fram at og rikið nakran úr nøkrum sessi.
?Eg stillaði bara upp eftir tí stevnuskrá, sum flokkurin hevur. Men summi fólk tola ikki, at onnur koma teimum ov nær, er hansara viðmerking.
Ronald Poulsen hevur somu turru viðmerking til tað, sum ført verður fram um, at hann er vorðin formaður í landsnevndini.
?Summi fólk klára ikki, at onnur hava aðra meining, enn tey sjálv halda vera ta røttu, sigur hann við greiðari adressu til fráfarandi landsnevndarformannin í Sjálvstýrisflokkinum.
Tað, sum hendir í Sjálvstýrisflokkinum í dag er eitt harðligt persónsstríð, sum er íkomið av berari maktgirnd, sigur ronald Poulsen, landsnevndarlimur í Sjálvstýrisflokkinum.
Kyrra
Ronald Poulsen váttar tó, at hann hevur einki í móti at taka við sum landsnevndarformðaur. Tað hevur hann verið fyrr, sigur hann, og torir væl at taka tað á seg aftur.
Um so verður, verður hansara størsta uppgáva at fáa kyrru aftur í flokkin, sigur hann. Hann vil fara hóvliga fram. Reka tann kenda stig fyri stig politikkin hjá flokkinum.
?Brúk er fyri eini greiðari politiskari stevnu. Men tað kemur einki boð upp á alternativan politikk, so leingi hart og opið stríð er innanflokks, sigur Ronald Poulsen, sum eftir øllum at døma ætlar sær at taka av at gerast landsnevndarformaður í Sjálvstýrisflokkinum í næstu viku.
Sámal Petur í Grund sigur, at so leingi botnviðurskiftini ikki eru í lagi, fæst kyrra ikki. Tí skal botnurin reinsast, sigur hann.
?Standi eg í vegin fyri eini loysn í Sjálvstýridsflokkinum, má eg so taka avleiðingarnar av tí, sigur Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýrisflokkinum.