Hurlivasin heldur fram

Hóast vit fyri løtu síðan kundu siga frá, at Deja Vu spæla á ársins Asfalt tiltaki, so er hetta tíanverri ikki so. Eins og í gjár, var ein tónleikafyriskipari dekan ov bráður. - Vit høvdu ikki endaliga fingið váttað, at Deja Vu luttóku, og nú hevur bólkurin borið seg undan at luttaka, sigur Leivur Vitalis frá Asfalt. Tað skilst at tað ikki liggur fyri hjá bólkinum at spæla á Asfalt, tí fleiri av teimum eru rættiliga upptiknir, tá Asfalt er.

 

Í gjár var tað Ólavsøkukonsertin, ið ikki hevði allar avtalur á pláss við Boys In A Band, tá tey kunngjørdu, at besti nýggi bólkur í Føroyum skuldi spæla í Kommunuskúlagarðinum, og í dag var tað so Asfalt.

 

Høvi verður tó at hoyra fleiri av limunum í Deja Vu í øðrum sambandi á Asfalt. Líggjas Olsen spælir við í Guðrið Hansen Band og í Steso, har Flóvin Viderø eisini luttekur.