Samgongan er púra í villareiði um, hvørja støðu hon skal hava til framtíðar kommunubygnaðin í Føroyum.
Tað varð pínliga greitt eftir aðalorðaskiftið í tinginum herfyri.
Bæði Alfred Olsen, Anfinn Kalsberg, Jákup Mikkelsen Jógvan á Lakjuni og Gerhard Lognberg, sum allir eru í samgongu, eru hart ímóti at leggja kommunur saman við lóg.
Alfred Olsen er ímóti at leggja kommunur saman við lóg, tí tað finna kommunurnar sjálvar útav
Anfinn Kallsberg ger greitt, at hann atkvøður ikki fyri at leggja kommunur saman við lóg. Hann sigur, at fyrst skulu málsøki leggjast út til kommunurnar at umsita og so leggja tær saman sjálvbodnar.
Hans P. Strøm, tingmaður fyri Javnaðarflokkin kallar støðuna fyri ein glæntrileik og hann mælir Anniku Olsen til at koyra kommunuálitið lúkst í ruskspannina. Hann sipar serliga til at ósemjan er so stórt í Fólkaflokkinum.
Andreas Petersen úr Javnaðarflokkinum heldur, at tað ber ikki til at lata standa, tí tað er tað sama sum at seigpína kommunurnar at leggja saman.
- Tá verður ongin samanlegging, fyrrenn kommunurnar eru komnar so illa fyri at grundleggjandi tænastur ikki virka longur, so tær verða tvingaðar at leggja saman, men tað er bæði primitivt og órationelt at bíða so leingi.
Eyðgun Samuelsen, sigur, at tað er ein treyt, at skúlin skal ikki leggjast undir kommunurnar at umsita, soleiðis, sum ætlanin hevur verið, men annars skulu vit ikki bíða eftir sjálvbodnari samanlegging.
Hon krevur eisini, at skattaskipanin verður umløgd, so at kommunuskatturin ikki verður eitt fast prosent tal, men verður stigveksandi, akkurát sum landsskatturin.
Men tað vilja aðrir tinglimir úr samgonguni ikki hoyra talan um.
Hinvegin heldur Jaspur Vang úr Sambandsflokkinum, at løgtingið má skera ígjøgnum og leggja kommunur saman við lóg.
Úr andstøðuni eru Heini O. Heinesen og Miðflokkurin ímóti lógarfestari samanlegging.
Les eisini greinina: Boykottaðu fund hjá Anniku Olsen