Enn er óvist nær tað eydnast at finna semja um eina skipan, so at tað verður lættari hjá útlendingum at koma til Føroyar at arbeiða.
Men nú kann tað kortini verða, at ein loysn hómast í havsbrúnni.
Og tað er ein loysn, sum ber í sær, at útlendingar skulu takast til Føroyar at arbeiða í tann mun, tað er brúk fyri arbeiðsmegi, men so skjótt arbeiðsloysið fer uppum eitt ávíst mark, skal innflutningurin av arbeiðsmegi steðgast.
Føroyingar fyrst til hús
Arbeiðsgevarar í fiskivinnuni og byggivinnuni og aðrastaðni, hava leingi tvíhildið um at tað er so stórt trot á føroyskari arbeiðsmegi at tað er neyðugt at finna eina smidliga skipan, so at tað verður lættari at fáa útlendingar higar at arbeiða.
Men tað er onki dulsmál, at arbeiðarafeløgini hava sett seg hart ímóti, at tað verður ov frítt at fáa útlendingar hendavegin at arbeiða.
Serliga hava feløgini sett seg ímóti, at ætlanin er, at arbeiðsgevari skal tryggja útlendingunum minst 30 tíma arbeiðsviku.
Arbeiðarafeløgini stúra fyri, at tað kann føra til, at tá ið arbeiðið minkar, verða tað fyrst føroyingarnir, sum verða sendir til hús, tí arbeiðsgevararnir hava jú lógarásetta skyldu til at tryggja útlendingum 30 tíma arbeiðsviku, men teir hava ongar skyldur mótvegis føroysku arbeiðsmegini.
Ongi rættindi framíhjá
Hesin mótviljin frá arbeiðarafeløgunum, hevur verið ein høvuðsatvoldin til, at ongin loysn er at hóma enn, hóast tað nú er meiri enn eitt ár síðani, at málið kom á dagsskrá.
Men tað merkir ikki, at málið er slept, tí tað verður framvegis roynt at finna eina loysn.
Arbeiðarafeløgini eru framvegis altráð eftir at sleppa at seta síni fingramerki á ta loysn, sum verður vald.
Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtak, sum er felagsskapur hjá Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelagið og Fiskimannafelagið, váttar, at tað kom ógvuliga dátt við hjá arbeiðarafeløgunum, tá ið undanfarna samgonga kunngjørdi, at hon ætlaði at lata slúsurnar upp fyri arbeiðsmegi úr øllum Evropa at koma til Føroyar at arbeiða, bara arbeiðsgevarin kundi tryggja teimum 30 tíma arbeiðsviku.
- Sæð ígjøgnum brillurnar hjá fakfeløgunum, kundi hetta ikki góðtakast, tí so var vandi fyri, at hvørja fer arbeiðið minkaði, bleiv føroyska arbeiðsmegin send til húsar fyrst, tí útlendingarnir skuldu hava trygd fyri 30 tímum um vikuna.
Sonja Jógvansdóttir heldur, at hetta hevði serliga sæst aftur á flakavirkjunum, har tað er ógvuliga ójavnt, hvussu nógv arbeiði er.
Hon ásannar, at aðrastaðni gongur rákið tann vegin, at tað skal vera frælsur flutningur av arbeiðsmegi ímillum lond.
Men hon ásannar eisini, at føroyski arbeiðsmarknaðurin er lítil og ógvuliga svingandi og tí ber ikki til í blindum at kopiera loysnir, sum verða brúkar á arbeiðsmarknaðum í londum, sum eru 100 ferðir størri enn Føroyar.
Skjótt at lata aftur
Samskiparin á Samtaki sigur, at fáa fakfeløgini síni krøv ígjøgnum, verður tann endaliga loysnin øðrvísi enn tann, sum undanfarna samgongan ætlaði at seta í verk.
- Okkara uppskot er, at tað skal verða frítt hjá arbeiðsmegi úr Evropa at koma til Føroyar at arbeiða
- Men í teirri løtu, arbeiðsloysið fer upp um eitt ávíst mark, skal innflutningurin av útlendskari arbeiðsmegi steðga.
Hon sigur, at í hesum sambandi verður neyðugt at býta arbeiðsmarknaðin upp í ymsar yrkisbólkar og fer arbeiðsloysið í einum bólki upp um eitt vist, skal tað ikki bera til at fáa fleiri útlendingar til Føroyar at arbeiða í tí ávísa yrkisbólkinum.
Sonja Jógvansdóttir sigur, at arbeiðarafeløgini hava skotið um, at arbeiðsloysið í teimum ymsu yrkisbólkunum verður gjørt upp hálva hvørt ár.
- So ber til at steðga innflutninginum av útlendskari arbeiðsmegi, beinanvegin arbeiðsloysið fer upp um eitt vist.
Sonja Jógvansdóttir sigur, at samgongan hevur eisini lovað, at veruligt eftirlit skal vera við útlendsku arbeiðsmegini, so at hon ikki sleppur at arbeiða fyri undirløn ella í aðrar mátar hevur sømiligar umstøður ímeðan hon er í Føroyum.
Ein partur av hesum eftirlitið kann vera, at útlendska arbeiðsmegin betalir síni umsitingargjøld og tryggingarnar til fakfeløgini, so at fakfeløgini fáa fylgt við, um tey arbeiða fyri undirløn.
Sleppa at vera
Men verður ein skipan sett í verk, har innflutningurin av útlendskari arbeiðsmegi steðgast, beinanvegin arbeiðsloysið hækkar, er tað ein stórur spurningur, hvat skal henda við teimum útlendingunum, sum longu eru komnir til landið.
Hetta kann serliga verða ein torførur spurningur at loysa, koma nógvir útlendingar higar í stutta tíð, um so er at nógv arbeiðið brádliga tekur seg upp.
- Men hvat so við teimum, tá ið arbeiðið minkar aftur.
- Hatta er ein áhugaverdur spurningur, men ein loysn er, at teir verða verandi her undir teimum treytum tey eru komin higar eftir. Vit ganga út frá, at arbeiðsloyvið verður bara galdandi eina stutta tíð ísenn, kanska nakrir mánaðir, eitt hálvt ár, ella eitt ár, sigur Sonja Jógvansdóttir.