Í hesi løtu lata hurðarnar aftur á valstøðunum kring landið. Í Klaksvík er seinasta atkvøðan komin, og í alt hava 84 prosent av veljarunum atkvøtt Nú seinasti veljarin hevur slept sínari atkvøðu niður í stóra gráa kassan, hava 2960 fólk atkvøtt á valinum í Klaksvík.
Hetta svarar til 84 prosent av teim 3527 fólkunum, sum hava atkvøðurætt í kommununi. Valluttøkan endaði sostatt við at vera eitt vet lægri enn seinasta val. Tá vóru 2979 ella 85 prosent á vali.