Huntelaar vil burtur

Tað er bert ein mánaður síðani, at hollendski Klaas Jan Huntelaar gjørist nýggjur Real Madrid-spælari, men nú vil áleyparin longu burtur. Síðani hann kom til felagið, hevur hann bert fingið 151 minuttir á vøllinum, og hann sigur seg als ikki kenna seg hava nakað sum helst álit frá venjaranum.