Hungursneyðin í Somalia fer at versna

Turkurin í pørtum av Eystyrafrika er nú so umfatandi, at hungursneyð kann raka allan tann syðra partin av Somalia. Tað stendur í einari nýggjari ST-frágreiðing, sum vigur, at støðan fer uttan iva at versna tað, sum eftir er av árinum.

ST sigur, at støðan er longu álvarssom í landspartinum Bakool og fram við Shabelle-ánni. Turkur er rættiliga vanligur har suðuri í Somalia, men ST sigur, at ófriður og ósemjur gera tað truplari hjá neyðhjálparfelagsskapum at hjálpa teimum neyðstøddu í økinum.

Rørslan, sum hevur valdið har, hevur fyrr sýtt hjálparfelagsskapum at veita neyðstøddum hjálp, men hevur nú sagt seg sinnaða at lata hjálpina sleppa vegin fram. ST og USA eru tó ikki nøgd við tilsøgnina og vilja hava trygd fyri, at hjálpin veruliga kumur teimum neyðstøddu til gagns, skrivar Reuters.