Hungursneyð førir til kanibalismu

Í vikuskiftinum komu skakandi frágreiðingar um støðuna í Norðurkorea.

Sambært japansku tíðindatænastuni Asia Press, sum eisini er endurgivin í eitt nú Sunday Times og í eini røð av øðrum altjóða miðlum, eru eini 10.000 fólk í Norðurkorea deyð í hungri í landbúnaðarøkinum, Hwanghae.

Tíðindatænastan sigur, at støðan í onkrum pørtum av landinum er so vánalig, at viðurskiftini regulert hava ført til kanibalismu.

- Í bygdini, har eg búði, varð ein maður tikin av døgum í mai mánaði í fjør, eftir at hann hevði dripið tvey av sínum egnu børnum og ætlaði sær at eta tey.

Tað sigur ein kelda við japansku tíðindatænastuna.

- Maðurin drap sína eldru dóttir, meðan kona hansara var burturi. Sonurin sá, hvat pápin gjørdi, og so varð hann eisini dripin. Tá konan kom heim, spurdi maðurin, um hon vildi hava kjøt. Hon gjørdist illgrunasom og fór til myndugleikarnar við manninum.

Asia Press skrivar, at hetta er bara eitt dømi um, at hungursneyðin í summum pørtum av Norðurkorea hevur ført til kanibalismu.

Í mai mánaði í fjør vildi eisini ein suðurkoreansk granskingarfrágreiðing vera við, at tríggir norðurkoreanarar vórðu tiknir av døgum fyri kanibalismu.

Telegraph skrivar, at í einum føri hevði ein maður dripið ein starvsfelaga við øks. Sjálvur át hann nakað av kjøtinum og royndi at selja tað, ið eftir var, á lokala marknaðinum sum seyðakjøt.