Hungur kann elva til kríggj

Í seinastuni er prísurin á nógvum matvørum hækkaður nógv kring heimin, og tað kann fáa álvarssamar avleiðingar, sigur stjórin í Altjóða Gjaldoyragrunninum

Dominique Strauss-Kahn, stjóri í IMF, stúrir fyri, at fleiri hundraðtúsund fólk fara at líða hungur, og at øll framstig, sum eru hend tey seinastu tíggju árini, fara fyri bakka.

 

-Úrslitið verður sosial órógv, sum kann elva til kríggj, segði Dominique Strauss-Kahn á várfundinum hjá IMF í Washingtion um vikuskiftið.

 

Á fundinum kom fram, at í meðal eru rávørurnar til matvøruídnaðin dýrkaðar 75 prosent tey seinastu átta árini, og tey seinastu trý árini er matvøruprísurin hækkaður 83 prosent. Hendan gongdin hevur elvt til sosiala órógv og bardagar í Haiti og í Egyptalandi, og í Filipsoyggjunum og Vietnam royna myndugleikarnir av øllum alvi at loysa trupulleikarnar.

 

Í síðstu viku segði Heimsbankin, at vandi er fyri ófriði í 33 londum orsakað av dýrum matvørum. Tað hevur leikað serliga hart á í Haiti, har fimm fólk hava latið lív í ófriði, og tað fekk myndugleikarnar at lækka prísin á rísi 15 prosent fyri at forða meiri ófriði. Samstundis gingu 20.000 arbeiðsmenn mótmælisgongu í høvuðsstaðnum í Bangladesh, Dhaka, har tey mótmæltu, at lønin røkkur ikki til at keypa mat fyri.

 

Í fleiri londum hava myndugleikarnir verið noyddir at økja stuðulin til matvørur og brennievni fyri at avmarka matvøruútflutningin. Eitt nú hava myndugleikarnir í Teilandi tikið tað stigið, so minni rís fer av landinum, og meiri er eftir til heimamarknaðin.

 

Stórin í altjóða matvøru- og landbúnaðarstovninum FAO, Jacques Diouf, hevur mælt til ein altjóða toppfund í summar um matvøruprísirnar.

 

Fleiri altjóða hjálparfelagsskapir vísa á, at tað er serliga tann stóri eftirspurningurin eftir biobrenni, sum hevur trýst matvøruprísin upp ígjøgnum. IMF sigur í sínari seinastu frágreiðing, at helmingurin av prísvøkstrinum stavar frá øktum eftirspurningi eftir biobrenni.