Bara nakrar fáar mánaðir eftir at Suðursudan varð lýst sjálvstøðugt ríki, er landið hótt av hungursneyð. Orsøkin er støðugur vandi fyri kríggi við tað norðara Sudan, samstundis sum tann nýggja stjórnin ikki hevur megnað at skipa samfelagið og at fáa tamarhald á búskapinum.
Hetta hevur sambært eygleiðarum havt við sær, at inflatiónin í Suðursudan er vaksin nógv og er nú komið upp í 79 prosent. Tað hevur millum annað gjørt, at matvørurnar eru vorðnar dýrar, og tá ófriður á markinum samstundis darvar matvøruflutninginum til landið, hava mong ilt við at útvega sær nóg mikið til matna.
Tað hevur ikki gjørt støðuna betur, at umleið 80.000 fólk eru flýdd úr Sudan til Suðursudan í seinastuni.
ST sigur í einari nýggjari frágreiðing, at Suðursudan fer at hava tørv á umleið 400.000 tonsum av matvørum næsta ár, skal landið sleppa undan hungursneyð.