Hungur hóttir 40 milliónir fólk í Afrika

Vandi er fyri, at 40 milliónir afrikanarar fara at líða hungur í ár, fáa tey ikki hjálp frá altjóða samfelagnum. Men altjóða samfelagið hevur ikki sama ans fyri neyð í Afrika sum aðrastaðni.

- Hvussu ber tað til, at altjóða samfelagið er til reiðar at góðtaka neyð og líðingar í Afrika, sum vit ikki høvdu góðtikið, var tað nakra aðrastaðni á Jørðini?
Spurningin eigur leiðarin fyri heimsins matvørustovni WFP, James Morris, sum skýrir hetta dupultmoral, ið ikki kann halda fram.
Oman á støðuna í Afrika kemur Irak, har stórur tørvur er á hjálp aftan á kríggið og tólv ár við tiltøkum. WFP hevur biðið um at fáa 10 milliardir krónur til at hjálpa irakska fólkinum, men enn hevur stovnurin bert fingið smáar tvær milliardir. Tær eru komnar úr USA, Bretlandi, Avstralia, Týsklandi, Kanada, Spania, Ný Sælandi og Italia.
Samstundis eru tað aðrir, sum fýlast á, at USA nýtir 455 milliardir krónur til kríggið í Irak, meðan landið bert er sinnað at veita irakska fólkinum 3,8 milliardir krónur til neyðhjálp. Tveir heilsuserfrøðingar á lærda háskúlanum í London, Jaime Miranda og David Barr, siga í einari frágreiðing, at heilsa og vælvera hjá fólki er avgerandi fyri trygd og støðug viðurskifti.
- Men kortini leggur amerikanska stjórnin minni dent á hesi grundleggjandi viðurskiftini enn á tað, sum stjórnin rópar bardagan ímóti yvirgangi, siga teir báðir bretsku serfrøðingarnir.