Hungur í Georgia

Fólk í pørtum av fyrrverandi sovjetska lýðveldinum Georgia eru so illa fyri nú, at talan er um rættiliga hungursneyð. ST-hjálparfólk siga, at nógvastaðni eru viðurskiftini verri enn í Kongo og øðrum afrikanskum londum.
Sambært hjálparfólkunum er tað áhaldandi stríð við loysingarmenn í Suður-Ossetia og Abkhasia, sum er orsøkin til hungursneyðina. Hóast partarnir samdust um eina vápnahvíld fyri átta árum síðani, hava bardagarnir hildið fram. Stríðið hevur havt við sær, at matvøruframleiðslan í Georgia er minkað nógv, og nú táttar í av álvara.
Altjóða Reyði Krossur metir, at tørvur er á matvøruhjálp til umleið 50.000 fólk í Abkhasia og har vesturi í Georgia. Sambært Reyða Krossi eru tuberklar eisini farnir at gera um seg, og sjúkan hevur serliga rakt tey yvirfyltu fongslini.