Tað er Bárður Oskarsson, ið hevur skrivað og teknað søguna um teir tríggjar originalarnar: hundin, kettuna og músina, sum keða seg so illa. Bókin, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í fjør, var við á stóru barnabókamessuni í Bologna í vár. Fleiri forleggjarar vístu bókini stóran ans, og í farnu viku skrivaðu Bárður Oskarsson og franska forlagið undir sáttmála um útgávu.
Ungi evnaríki teknarin og rithøvundurin Bárður Oskarsson hevur rættiliga fingið vind í seglini. Í februar í ár fekk hann gávugóðs frá Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum. Bárður hevur áður teknað til fleiri barnabøkur, seinast til bøkurnar um Guðruna, ið Guðrun Gaard hevur skrivað. Triðja bókin um Guðruna kemur út til jóla.










