Fyri góðari viku síðani sá tað eitt sindur svart út hjá FM favorittunum í HB. Sunnukvøldið eydnaðíst tað við framúr fokuseraðum avriki og góðum hugburði at sleppa úr Runavík við øllum stigunum. Næsta avbjóðingin var at vinna pláss í steypafinaluni. Tað eydnaðist mikukvøldið, og nú er fokus á seinnapartinum í dag og toppuppgerðini ímóti grannunum í B36:
-Henda vikan er heilt avgerandi fyri okkum. HB miðjar altíð høgt, og aftur í ár fara vit eftir bæði FM og sigri í steypafinaluni. Nú er finaluplássið vunnið, og nú er takið at vinna ímóti B36 og harvið at fáa orduligan spenning í FM kappingina, sigur HB venjarin Heðin Askham.
HB málverjin Teitur Matras Gestsson hevur eina góða kenslu undan toppuppgerðini:
-Vit hava vunnið á teimum í steypakappingini, og í landskappingini vóru vit frammanfyri í ein tíma, áðrenn tað eydnaðist teimum í yvirtíðini at javna til 1-1. At vit hava spælt steypadyst mikukvøldið og harvið kanska hava verri fyritreytir enn B36 í dag kann ikki brúkast til nakað.
Í B36 leguni er lagið sjálvandi gott eftir 3-0 heimasigur á B68 og harvið at tað eydnaðist at varðveita frástøðuna aftur til grannarnar:
-Tíbetur megnaðu vit at halda B68 burtur frá at skora, og so vístu framrættaðu menninir flott einmansavrik og mál, sum vóru sannar perlur. Einki er at ivast í, at spælararnir vera heilt uppsettir í dag, tá ið oddasessurin og stríðið um Gundadal verður á skránni. Trýstið er á HB. Tað er meiri avgerandi hjá teimum enn hjá okkum at vinna. Men vit duga illa at spæla við hondbremsuni uppi, so tað verður ivaleyst treytaleyst álop, og vit gleða okkum, sigur Jákup á Borg, veteranurin á B36 liðnum, sum eisini hjá hjálpir Sámal Erik Hentze við venjingunum.
Allir menn eru tøkir hjá B36, meðan tað haltar hjá fleiri í HB: Christian R. Mouritsen og Pál Mohr Joensen eru skaddir, Heini Vatnsdal er leikbannaður, og tað er ivasamt, um Andrew av Fløtum, sum hevur verið skaddur, verður førur fyri at spæla ídag.








