Um 19-tíðani í gjárkvøldið fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein bilur var farin á sjógv í Runavíkar Havn, nærindis Borg timburhandil.
Tvey fólk vóru í bilinum, men tey megnaðu at sleppa úr bilinum og vinna upp á land sjálvi. Tey vóru ikki verii fyri enn so, at tey fóru til hús sjálvi eisini.
Tá bilurin bleiv tikin upp, funnu fólk so líkið av hundinum. Hon hevði ikki eydnast at sleppa úr bilinum og druknaði tí.









