Hundurin beit

Eigarin gjørdi skjótt av og drap hundin

Í seinastu viku varð ein 11 ára gamal drongurin í Skopun bitin av hundi.

Drongurin fór til kommunulæknan, men bitið varð ikki álvarsligt og ikki var neyðugt við nakrari viðgerð.

Foreldrini kundu hugsað sær, at eigarin varð biðin um at halda hundin inni, men tað var ikki neyðugt. So skjótt sum eigarin var komin eftir, at hundurin hevði bitið, tók hann lívið av hundinum.