Hundur í Runavík beit smágentu

Í gjár varð ein genta í Runavík álopin av einum hundi, sum beit hana illa í tjúkkan. 

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at hesin hundurin hevur bitið frá sær, men hesaferð var hann í bandi saman við eigarunum. 

 

Kortini leyp hann á gentuna, sum endaði á skaðastovuni. 

 

Eigararnir av hundinum vórðu meldaði fyri brot á hundalógina og fáa eitt bót fyri hendingina. 

 

Hetta veit vakthavandi á løgreglustøðini í Havn í dag. 

 

Myndin er tilvildarlig.