Hundur leyp á

Ein 25 ára gomul svensk kvinna fekk stóran skaða í andlitið, tá ein hundur av slagnum pitbull leyp á hana um vikuskiftið. Blaðið Ny Wermlands-Tidningen sigur frá einum av skurðlæknunum, sum viðgjørdu kvinnuna, at hetta er tað ringasta hundsbitið, sum hann hevur sæð. Løgreglan heldur, at tað var 27 ára gamli fyrrverandi unnusti hennara, sum beitti hundin eftir kvinnuni fyri at hevna, at hon gav honum krakk fyri nøkrum døgum síðni.