Ein hundur hevur í nátt dripið tvær kaninir í Eysturbýnum í Havn Tvær svartar kaninir vóru í búrinum í urtagarðinum, og tá ið eigararnir komu upp í morgun, vóru báðar horvnar.
Í garðinum sóu tey fótaspor eftir hundi, og einastaðni var leys mold. Tá ið tey lyftu moldini á, lá onnur kaninin deyð undir.
Hundurin hevur grivið kaninina niður, soleiðis sum hundar plaga at gera.