Seinnapartin í gjár fekk løgreglan boð um, at ein hundur hevði bitið eina kvinnu í Sandoynni. Kvinnan gekk túr við sínum hundi, sum var í bandi, tá ein leysur hundur leyp á. Tá kvinna royndi at verja sín hund, varð hon bitin av leysa hundinum.
Myndir eru tiknar av bitinum, og hundaeigarin er avhoyrdur. Eigarin fær nú bót fyri at hava havt hundin gangandi leysan.
Løgreglan sigur, at tað hevur annars verið stak friðarligt um vikuskiftið, hóast sera nógv fólk hevur verið í býnum.
Løgreglan kannaði um vikuskiftið viðurskiftini á skeinkistøðum bæði í Vágum, Streymoynni, Eysturoynni og í Norðoyggjum, og ongastaðni var nakað at viðmerkja, verður sagt av løgreglustøðini í Havn.