Seinnapartin í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at ein hundur hevði bitið eitt smábarn. Hetta hendi í einari bygd í Eysturoynni, sigur løgreglan.
Tað var tá móðirin at barninum skuldi seta hálvtannað ára gamla barnið inn í bilin, at hundurin leyp á og beit barnið. Barnið bleiv tó ikki so illa bitið, at hol kom á, sigur vakthavandi.
Eigarin av hundinum verður nú skuldsettur fyri ikki at hava tamarhald á hundinum. Í onkrum kommunum er krav um, at hundar altíð skulu vera í bandi, so sum í Klaksvík og í Havn, men hetta er ikki galdandi allastaðni. Hundalógin sigur tó, at eigarin altíð skal hava ræði á hundinum.
- Tað hevur ein ikki, um hundurin loypir á og bítur eitt barn, sigur vakthavandi.
Umframt kravið at hava ræði á hundinum sigur hundalógin, at eigarin skal hava eina ábyrgdartrygging fyri hundin og spjaldur við navni eigarans á hundinum.
Løgreglan vil tí heita á fólk um at hava hundarnar í bandi og annars hava tamarhald á hundum sínum.










