Hundur aftur bitið eitt barn

Eigarin hevur gjørt av at drepa hundin

Leysgangandi hundar eru ein støðugt afturvendandi trupulleiki og enn einaferð hevur løgreglan fingið fráboðan um ein hund, sum hevur bitið eitt barn.

 

Talan var um ein hund, sum gekk leysur og tá ið eitt smábarn kom framvið, beit hundurin barnið í armin.

 

Barnið fór á skaðastovuna, men bitið var ikki álvarsligt. Barnið fekk blátt merki á armin, men annars kom ikki hol á, so niðurstøðan læknanum var, at tað var ikki neyðugt at koppseta fyri stívkrampa.

 

Løgreglan veit, hvør eigur hundin og eigarin kann nú vænta sær bót fyri at lata hundin ganga leysan.

 

Men løgreglan sigur, at nú hundurin hevur bitið fólk, hevur eigarin gjørt av at drepa hann fyri at binda um heilan fingur og tryggja, at hann ikki verður øðrum at meini.