Hundrað kilo av gróti datt á vegin

Løgreglan sigur, at Landsverk fekk boðini

Nakrar ferðir í seinastuni er tað hent, at grót er dottið undan loftinum í Sandvíkartunlinum. Og løgreglan sigur, at aftur í morgun varð ringt til tey at boða frá, at grót var dottið undan loftinum. Fráboðarin fortaldi løgregluni, at talan var um eini hundrað kilo av gróti, sum vóru dottin undan loftinum á vegin.

 

Løgreglan sigur, at Landsverk hevur fingið boðini so tey taka sær av tí.