Leygardagin fara tjørnuvíkingar eftir veðrum á Stakkinum, har seks veðrar skulu takast. Í Tjørnuvík er talan um ein serligan dag, har fólk koma allastaðni frá fyri at sleppa við út á Stakkin.
Hilmar Jan Hansen í Rás 2 tosaði fyrr í dag við Jógvan Magnussen, ið er formaður í Staksnevndini, um hendan serliga dagin.
- Hetta her er dagurin í Tjørnuvík. Vit byrja frá morgni av at fara á fjall. Vit plaga at vera nógv, eini hundrað fólk. Um man hevur nakað skil fyri seyði, so veit man, at tað er nokk av fólki at taka seks veðrar.
Tað er ikki bara tí, at fólk hava so stóran áhuga í seyði, at talið er so høgt. Nógv brúka nevniliga møguleikan at sleppa út á Stakkin.
- Tað eru fólk, ið hava hug at fara ein annarleiðis túr. Tað er ikki nøkur skipað útferð
longur út á Stakkin, so av tí sama er tað kanska meira forkunnugt at sleppa út har.
Tí eru tað nógv fólk, ið kontakta okkum og spyrja um tey kunnu sleppa við.
Sjálvandi, so eru øll vælkomin.
Hoyr alla samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini.










