Í dag og næstu dagarnar fáa umsøkjararnir, ið vilja sleppa at lesa á Fróðskaparsetur Føroya boð um teir eru slopnir inn ella ikki. Og pláss verður ikki fyri 104 teirra. Samlað søktu 378 fólk inn á Setrið, men pláss er ikki fyri meira enn 274 teirra.
Býtið millum útbúgvingarnar hesaferð gjørdist soleiðis:
13 Føroyskt
16 Orku- og umhvørvisverkfrøði
38 Lærara
38 Námsfrøði
22 Sjúkrarøktarfrøði
32 Sosialvísindi og samfelagsplanlegging (samfelagsvísindi)
20 Politikkur og umsiting (samfelagsvísindi)
18 Smátjóðir og altjóðagerð (søguvísindi)
28 Master í løgfrøði
4 Master í føroyskum
45 Master í vegleiðing
Í ár varð afturat BA-lestri eisini boðin út MA-lestur. Eftir summarfrítíðina byrja 197 nýggj lesandi sín BA-lestur, meðan 77 fara undir MA-lestur.
Øll fáa skrivlig boð um sína støðu, og kunnað verður um hvar tey standa á biðilista.
(Kelda: Fróðskaparsetur Føroya)