Hundraðtals áskoðarar

Hóast tey vóru ljódlig í Nicosia, so verður stuðulin frá føroysku áskoðarunum helst enn størri í Dublin

Dublin, Írland: Tað hevur ikkis sjónligt í býarmyndini enn, at talan verður um landsdyst mikudagin, men tað er einki at ivast í, at so hvørt sum týsdagurin líður, verða alt fleiri fløgg og annað, sum hoyrir fótbóltsáskoðarum til, at síggja í býnum.
Og eins lítið er helst at ivast í, at eisini eyðkendu føroysku litirnir verða at síggja. Úr Fótbóltssambandinum hevur ljóðað, at tey hava selt eini eini 700 atgongumerki til dystin. Eina staðni millum 300 og 400 av hesum eru komin beinleiðis til Dublin við Atlantic Airways, sum nærum hevur gjørt eina luftbrúgv úr Vágum til írska høvuðsstaðin seinastu dagarnar, og so verður roknað við, at hópur av áskoðarum fara at gera sær dælt av samstarvinum, sum føroyska flogfelagið nú hevur gjørt við Maersk Air. Tað merkir nevnliga, at eftir eina flogferð til Kastrup, er tað mest sum kostnaðarleyst at koma víðari til Dublin.

Úr at gera
Og sum skilst, so hava føroysku áskoðararnir fingið fleiri upplivingar á ferðini. Mánadagin hevði hópur av teimum verið á rundferð á Guinnes bryggjarínum, sum liggur skamt frá hotellinum, har ferðalagið hjá 12. manni heldur til, og seinni um kvøldið fór stórur hópur av hesum til væl kenda Mama-Mia musicalin.
Týskvøldið stóð írskt kvøld á skránni, og skuldi hetta ganga fyri seg í útjaðaranum av Dublin. Her skuldu áskoðararnir vitja eina pub, har matarlepin er samansettur av bestu írsku rættunum, og eftir hetta skuldi írskur tónleikur og fólkadansur sjálvsagt á skránna.
Mikudagin er so dystardagur, og her verða fyrireikingarnar eisini nógvar. Longu kl. 15. verður byrjað at savna fólk saman á eini pub nærhendis leikvøllinum, og so er einki at ivast í, at føroyska ferðalagið her fer at royna at doyva alla ljódliga mótstøðu frá írsku fjøldini.