Fríggjadagin leitaðu fleiri hundrað fólk sær í Miðlahúsið í Vágsbotni, har móttøka var í sambandi við, at Rás 2 nú sendir úr Miðlahúsinum Tað var kl 15 fríggjadagin, at fyrsta sendingin hjá Rás 2, síðani Sosialurin keypti støðina, fór í luftina úr Miðlahúsinum í Vágsbotni.
Í suðurendanum á loftinum er bygt at studio við stórum vindeygum oman móti Nólsoyar Pálstorginum.
Í morgin kl 9 fer fyrsta sendingin í luftina - og verða tað vertirnir Eyðfinn Drewsen og Heri Simonsen, sum leggja til rættis.