Tað krevur sítt, nú Flogbóltssambandið er vertur fyri EM-undankapping í flogbólti. Umframt spælarar og dómarar, sum eru á leið 90 í tali, so er talan eisini um hópin av hjálparfólki, sum hevur sína gongd kring dystirnar.
Íalt eru talan um 190 postar, sum skulu mannast til kappingina, men tað merkir ikki heilt tað sama, sum at talan skal verða um 190 dystir. Ivaleyst verður tað so, at tvey ella trý lið eru við linjudómarum, skrivarum og øðrum, men framvegis verður talan um heilt nógv fólk, sum øll skulu geva sítt íkast, soleiðis at kappingin hepnast væl.










